iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Sukur
Sukur - Wikipedia Jump to content

Sukur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Sukur fæst úr nógvum ymiskum plantum, men meginparturtin verður vunnin úr sukurrørum (75%) og sukurrótum (25%). Sukurrør er eitt grasslag og líkist eitt sindur bambus at síggja til. Meðalhitin skal liggja millum 21 °C og 30 °C í nógvar mánaðir og avfallið 200 cm um árið. Er avfallið ov lítið, hjálpist eisini við at veita vatn á. Tá ið rørini verða tikin, verða tey skotin av, so bert ein lítil stubbi stendur eftir. Rótin stendur eftir, tí úr somu rótini kunnu vaksa tveir ella tríggir nýggir leggir. Tá ið leggurin er skorin, verða bløðini tikin av. Summastaðni verður markin brend av, áðrenn heystað verður. Tað skalar ikki leggirnar, og eldurin rekur rottur og onnur skaðadýr burtur, men afturfyri verður einki fóður til húsdýr.

Leggirnir verða so fluttir til sukurverksmiðjurnar. Har verða leggirnir skornir sundur og flaktir út og kroystir í maskinum, so sevjan verður kroyst úr teimum. Sevjan verður reinsað og kókað, til bert sukur er eftir. Hetta sukurið verður vanliga flutt út, sum tað er, og verður so reinsað í keyparalandinum. Niðurkókaða tilfarið verður nevnt melassa og verður m.a. nýtt at gera romm burturúr.

Sukurrør vaksa serliga í fýra høvuðsøkjum: Oyggjunum í Karibiahavi, Latínamerika (serstakliga Meksiko og Brasil), í Fjareystri og Avstralia.