iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Slættanes
Slættanes - Wikipedia Jump to content

Slættanes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Slættanes
Slettenæs (danskt)
Avtoftað bygd
Slættanes.
Slættanes.
Land  Føroyar
Sýsla Vága sýsla
Oyggj Vágar
Kommuna Sandavágs kommuna
Íbúgvar 0 (2015)[1]
Postnummur -
Markatal -

Slættanes (danskt: Slettenæs) er ein avtoftað niðursetubygd í Vágum norðast við Vestmannasund. Um man kemur frá tunnilinum og koyrir yvir til Oyrargjógv er ein møguleiki at ganga framvið fjøruni og endar ein tá norði á Slættanesi. Vanligt er tó at ganga í erva - omanfyri gjáirnar á eystursíðuni á Vágoynni.

Fyrstu niðursetufólkini fluttu til Slættanes í 1835. Tey vóru Heindrikur Thomassen og Julianna Niklasdóttir, sum fluttu úr Sandavági við 5 børnum. Eini 5 ár seinni fluttu onnur til, og í 1845 vóru 3 húski við íalt 21 fólkum á Slættanesi. Í 1850 er fókatalið komið upp á 40, minkar so aftur til 21 fólk í 1860, men veksur so aftur. í 1890 er fólkatalið komið upp aftur á 40,og tá fólkatalið er mest, í 1940, búgva 75 fólk í bygdini. Eftir tað minkar fólkatalið, og í 1963 eru bert 4 húski eftir. 3 av húskjunum flyta av bygdini hetta árið, og árið eftir, í 1964, verður bygdin avtoftað, tá seinasta húskið flytir av bygdini.

Tey av húsunum, ið enn standa, eru brúkt av teimum, ið hava ættarligt tilknýti til bygdina. Okkurt er yvirtikið av Sandavágs kommunu, ið økið hoyrir til. Bygdin hevur onki el og er tað av tí sama nærmast sum at vitja aftur í fortíðina.

  1. Hagstova.fo

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]