Park Geun-hye
Park Geun-Hye (hangul: 박근혜, hanja: 朴槿惠), fødd 2. februar 1952, hevur verið forsteti í Suðurkorea síðan februar 2013. Hon er dóttir Park Chung-hee sum var forseti í Suðurkorea frá 1961 til 1979.
Hon varð liðug við útbúgving sína á deildini fyri elektronikk við Soganga-univeristetið í 1974. Eftir at faðir hennara varð myrdur í 1979, tók hon frástøðu frá politikki og almenna rúminum. Í 1995 gjørdist honn tó ráðgevi hjá Tí stóra Tjóðskaparflokkinum og í 1998 tók hon sæti í tjóðartinginum fyri sama flokkin, men í 2002 fór hon úr flokkinum. Hon var limur í tjóðartinginum 1998-2012 og floksleiðari fyri konservativa flokkin Saenuri 2004-06. Í 2007 tapti hon kampin um at gerast forsetavalevni floksins móti Lee Myung-bak. Á heysti 2012 eydnaðist tað henni at gerast valevni til forsetavalið fyri Saenuri-flokkin, og hon vann valið hin 19. desember við 51,6 % av atkvøðunum.