iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Korn
Korn - Wikipedia Jump to content

Korn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Korn er vanligasta landbúnaðarvøran til mannføði. Eitt korn er eitt fræ. Umframt vanliga grasið eru kornsløgini eisini grassløg. Tey trý týdningarmestu kornsløgini eru mais, rís og hveiti. Tey verða velt í nøkunlunda somu nøgd. Vórðu tey javnt býtt til hvørt mansbarn á foldum, høvdu 80 kg verið í part av hvørjum slagnum. Týdningarmesta kornslagið eftir mais, rís og hveiti er bygg. Heimsframleiðslan av henni er minni enn helmingurin av tí, ið dyrkað verður av hvørji av teimum trimum undannevndu. Rugur og havri hava upp aftur minni týdning. Teir verða í høvuðsheitum nýttir til dýrafóður. Tropisku kornsløgini durra og hirsa verða harafturímóti í høvuðsheitum nýtt til mannaføði í Afrika og í Asia, og har eru tey stórur partur av føðini. 
Kornsløg, ið verða allýst sum fullkorn eru hveiti, rugur, bygg, havri, rís og hirsi.


Gluteninntoleransa (cøliaki) er ein lutfalsliga vanlig sjúka. Fólk við cøliaki tola ikki matvørur, sum innihalda gluten, og kunnu gerast sera sjúk av hesum. Gluten finst í øllum teim vanligastu sløgunum av korni – rugi, bygg, hveiti og havra, og er sostatt at finna í sera nógvum matvørum.

Vanligastu kornsløgini.

  • Rís: Tvey sløg eru, mýrirís og fjallarís. Mýrisrísið hevur nógv størra týdningin.
  • Hveiti: Tvey høvuðssløg eru, summar- og vetrarhveiti. Vetrarhveiti verður sádd um heystið, summarhveiti um várið.
  • Mais: Mesta maisøkið er í eystastu statunum í USA. Har veksur umleið helmingurin av heimsins mais.
  • Rugur verður m.a. brúktur til rugbreyð.
  • Havri verður mest brúkt til dýraføði

  • Bygg verður mest brúkt til dýraføði. 

  • Hirsa
  • Spelt
  • Rúghveiti
  • Durra
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið