iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Kekkia
Kekkia - Wikipedia Jump to content

Kekkia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Česká republika
Flagg Kekkiu
(Flagg Kekkiu)
Skjaldarmerki Kekkiu
(Skjaldarmerki Kekkiu)
Tjóðarslagorð: Pravda vítězí
Tjóðsangur: Kde domov můj?
Alment mál Kekkiskt
Høvuðsstaður Prag
Forseti Miloš Zeman
Forsætisráðharri Petr Fiala
Fullveldi 1993
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
78,871 km²
2,12 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
10 701 777
136/km²
Gjaldoyra Kekkisk króna (CZK)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .cz
Telefonkota +420
Prag

Kekkia er lýðveldi í Miðevropa. Í ein landnyrðing hevur Kekkia mark við Pólland, í ein landsynning við Slovakia, í suðri við Eysturríki og í vestri við Týskland. Høvuðsstaðurin er Prag, landið hevur umleið 10,5 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er kekkiskt. Kekkia gjørdist limur í ES 1. mai 2004.

Ídnaðurin í Kekkia er tann framkomnasti í teimum fýra londunum í hjartanum í Miðevropa. Búskapurin er nútímansgjørdur og lívskorini rættiliga góð. Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastyrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia. Stórur partur av landinum er háslætti, girdur av rættiliga høgum fjøllum. Kekkar eru tjóðskaparsinnað fólk.

Ikki langt frá søguliga býarkjarnanum í Prag, sum er ein av vakrastu høvuðusstøðum í Evropa, hevur blómandi handilslív tikið seg upp. Mong koma til Prag, bæði at síggja vakra býin og í handilsørindum. Men sum so nógvastaðni í Miðevropa er luftdálking álvarsligur trupulleiki. Dálkingin stendst mest av verksmiðjunum í stóru ídnaðarøkjunum í býunum uttan um hann.

Øl er ein tann gitnasta vøran úr hesum fram komna ídnaðarlandinum. Kekkar hava bryggjað í øldir, og kendasta ølið er Pilsner, bryggjað í Plzen síðan 1925, og Budweiser, bryggjað í Budvar. Ídnaður hevur eisini mong ár á baki. Longu í 13. øld tók námsvinna seg upp í fjøllunum, og enn arbeiða mong í námsvinnuni. Týdningarmestu ídnaðarvørurnar eru akfør, spreingievni, plast og klæði.

Jarðarviðurskiftini í Kekkia eru nógv øðrvísi enn í Póllandi. Jørðin er løgd saman í stórgarðar, ið eru landsjørð, ella í felagsgarðar, ið eru óðal. Men sum í Póllandi hevur skiftið frá miðstyrdum kommunistabúskapi til marknaðarbúskap verið trupul tíð hjá bóndunum, tí at teir hava ikki verið vanir við opnan marknaðarbúskap. Úrtøkan er stór á kekkisku gørðunum, og teir fáa mest korn burturúr í øllum Miðevropa. Sum í grannalondunum verður mesta kornið brúkt til fóður, tí at bøndurnir hava lagt seg mest eftir at halda sláturneyt og mjólkneyt.

Sjónleikarlistin er hátt í metum í hesum londum og hevur røtur eini 800 ár aftur í tíðina; tí var tað ikki annað enn sambærligt, at fyrsti forsetin í Kekkia, Vaclav Havel, er gitin sjónleikahøvundi. Kekkia hevur eisini átt mong mæt listafólk í øðrum listagreinum, serliga tónleiki, bókmentum og filmi.

Í øldir hevur góði sandurin, ið er í Böhmen í Suðurkekkia, verið nýttur sum ráevni í glasgerð. Í miðøld varð glashandverk úr Böhmen hámett fyri sínar framúr vøkru glasmálningar. Böhmiskt glas er gitið fyri dygd og vakurleika og verður framvegis gjørt nú á døgum.

Frá 1918 til 1993 vóru Kekkia og Slovakia eitt samveldisríki, nevnt Kekkoslovakia. Í 1950-árunum kom landið undir sovjetiskt eftirlit. Tá ið kommunistastýrið í samveldisríkinum fall, gjørdi fólkið av, at ríkið varð býtt í tvey - Kekkia og Slovakia.

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið