iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Kansas
Kansas - Wikipedia Jump to content

Kansas

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Topeka
Størsti býur: Wichita
Innlimað: 29. januar 1861
Guvernørur: Laura Kelly (D)
Vídd: 213,096 km2
Íbúgvar (2013): 2 893 957
fyri km²: 12,7/km2
Tíðarzona: UTC -7/-5
Heimasíða: www.kansas.gov

Kansas (enskt State of Kansas) er stakríki í USA við 2,8 miljónum innbúgvum [1]. Mitt inni í USA er Kansas. Í norðri hevur Kansas mark við Nebraska, í eystri við Missouri, í syðri við Oklahoma, og í vestri við Colorado. Í Kansas er ógvuliga slætt. Høvuðsstaðurin í Kansas eitur Topeka. Har er øll tann týdningarmesta umsitingin í lutstatinum, so sum stjórn, ting og stjórnarráð. Nú á døgum eru nógvar fyritøkur í Topeka, men búskaparligi miðdepilin í Kansas er í Wichita og Kansas City. Kansas City, ið er báðumegin Missouriá, er ein býur eystarlaga í Kansas og í Missouri. Har er nógvur ídnaður og týðandi handilsvirksemi.

Niðursetubøndir

[rætta | rætta wikitekst]
Fyrstu hvítu niðursetufólkini fóru vestureftir í vognum við segldúksskóli.

Seinna helming í 19. øld búsettu fleiri milliónir fátækir amerikanarar og innflytarar úr Evropa seg vestan fyri Mississippi í USA. Vónríkir gullgravarar fóru til Norðurkalifornia, har gull varð funnið í 1848, og stórbøndur løgdu lendi inn á grasfløtunum í Kansas og hildu stór neytafylgi.

Tað var lógin Homestead Act frá 1860, sum eggjaði bóndunum at fara vestureftir til Kansas. Bøndur fingu um 650 000 m² at velta, og tá ið teir høvdu dyrkað jørðina í 5 ár, áttu teir hana. Arbeiðarar løgdu jarnbreytir, og við jarnbreytini enn fleiri arbeiðarar og grøðin varð flutt til marknaðirnar. Mongu jarnbreytirnar bundu longu teinarnar í Amerika saman. Í 1900 var jarnbreytakervið í alt USA 405 000 km langt.

Inni í statinum eru akrar, so langt eygað sær. Mest verður dyrkað av hveiti.

Kansas er kanska fremsta landbúnaðarríki í USA. Umleið 90 % av landjørðini eru velt (191 000 km2).[2] Her velta tey m.a. mais, hveiti og epli. Onnur týðandi grøði er soyabønir og jarðnøtir, sum millum annað verða brúktar at gera matolju úr. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur fluttar út til nógv statir kring allan USA. Hesi støðini hava so statt ógvuliga stóran týdning fyri at útvega USA mat.[3] Nógvir bøndur velta mat til sín sjálvs ella hava húsdýr, sum geva familjuni kjøt ella mjólk. Summir teirra hava smáar veltur og akrar og nýta einføld amboð. Aðrir bøndur reka stórar garðar við nútímans maskinum á munagóðan hátt. Í økjum við nógvum landbúnaði eru einamest stórir garðar. Har arbeiða fá fólk, men tey hava nógvar maskinur. Tað, sum verður framleitt, t.d. kjøt, mjólk ella korn, verður selt, helst innanlands, men eisini uttanlands. Allastaðni í Kansas brúka menniskjuni jørðina, millum annað at velta ella at hava húsdýr á. Tað er bara ein tíggjundapartur av landjørðini, sum ikki verður brúktur til akrar, veltur og beiti hjá húsdýrum.[4] Lendið verður brúkt til nógv annað eisini, til dømis skógarvinnu og veiðu. Fenaðurin, sum gongur á beiti, kann vera seyður, neyt ella geitir. Ull, kjøt og mjólk hevur mest at siga av tí, sum fæst burtur úr húsdýrahaldi í Kansas. Í nógvum bygdum eru stórir garðar við húsdýrum. Teir verða nevndir ranchir (ranches). Har hava tey óvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa kjøt. Teir flestu av hesum stórgørðunum flyta út kjøt til aðrar statum.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Í Kansas er deyðadómur. Seinasu tíggju árini er eingin avrættaður í statinum [5].

Størstu býir

[rætta | rætta wikitekst]
Landspartar og býir í Kansas

Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali í Kansas vóru í 2019 hesir:[6]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 38°30′0″N 98°0′0″W / 38.50000°N 98.00000°W / 38.50000; -98.00000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið