iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Høgrahallur_politikkur
Høgrahallur politikkur - Wikipedia Jump to content

Høgrahallur politikkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Høgrahallur politikkur ella Høgrasinnaður politikkur er eitt savnigarheiti fyri politiskir flokkar og ideologiir, sum mynda teir borgarligu, tað vil siga ikki-sosialistisku, konservativu og liberalu politisku flokkarnir. Í siðbundnum partapolitikki verður eisini tosað um flokkar sum eru í miðjuni og um flokkar sum eru vinstrahallir. Í Føroyum eru teir høgrasinnaðu flokkarnir Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Framsókn.

Heitini høgrahallur og vinstahallur politikkur koma úr fronsku kollveltingini, har ið teir radikalu og kollveltingarsinnaðu sótu vinstrumegin formannin í tí provisoriska tjóðartinginum, meðan teir konservativu og afturhaldsinnaðu sótu høgrumegin. Har vóru teir mest radikalu ein bólkur ið til dømis vildi innføra almennan atkvøðurætt fyri menn, settir til vinstru fyri talarastólin og teir meira konservativu, sum ynsktu at støðga tí kollveltingarligu gongdini, vóru settir høgrumegin talarastólin. Henda plaseringin var orsøkin til, at hugtøkini høgrasinnaður og vinstrasinnaður vóru brúkt fyri at skilja ímillum tær ymisku áskoðanirnar. Eftir at hetta býti millum høgra og vinsta var gjørt í evropeiskum politikki, so kom tann heldur ógreiða miðjan í politikki eisini.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]