iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: https://fo.wikipedia.org/wiki/Amfetamin
Amfetamin - Wikipedia Jump to content

Amfetamin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Amfetamin.

Amfetamin er eitt evni, ið verður virkar stimbrandi á miðnervalagi. Tað verður m.a. brúkt sum heilivágur til fólk ið hava ADHD ella narkolepsi. Evnið verður eisini misnýtt og verður tá nevnt speed. Tað er eitt hvítt pulvur, sum ofta er ógvuliga krystalliserað. Pulvurið fæst eisini sum tablettir ella í hylkjum. Amfetamin verður av misnýtarum oftast sniffað, men tað kann eisini koyrast í munnin ella sproytast inn í æðrar. Fólk ið misnýta amfetamin kunnu góðum lag, og varhugan av at kunna klára alt. Samtíðis gerast tey rastleys, sjálvsøkin og prátingarsom. Amfetamin køvir ávaringartekin frá kroppinum um til dømis pínu ella møði. Kroppurin er tískil ikki førur fyri at boða frá, hóast hann er útlúgvaður, og misnýtarar kunnu tí smella um av møði. Ímeðan fólk eru rúsaði og aftaná, sveitta tey nógv og verða tystur. Tey kunnu eisini fáa ilt í kroppin, fáa ov høgt blóðtrýst og sálarliga kunnu tey verða ágangandi ella mótleys. Við javnari nýtslu ella yvirdosis eru tey í vanda fyri at fáa hjartasteðg og doyggja, tí amfetamin fær æðrarnar at taka seg saman og hjartað slær seinri.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið