iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: http://fo.wikipedia.org/wiki/Maleisia
Malaisia - Wikipedia Jump to content

Malaisia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Maleisia)
Malaysia
Flagg Malaysia
(Flagg Malaysia)
Skjaldarmerki Malaysia
(Skjaldarmerki Malaysia)
Tjóðarslagorð: "Bersekutu Bertambah Mutu"
Tjóðsangur: "Negaraku"
Alment mál Maleisiskt
Høvuðsstaður Kuala Lumpur
Kongur Abdullah al-Haj
Forsætisráðharri Anwar Ibrahim
Fullveldi 31. august 1957
(frá Stóra Bretland)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
330,803 km²
0.3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
29,628,392
86/km²
Gjaldoyra Ringgit (MYR)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .my
Telefonkota +60

Maleisia er eitt kongsveldi í Landsynningsásia. Har búgva umleið 30 mió. fólk. Maleisia hevur mark við Teiland, Indonesia, Brunei og Singapor. Høvuðsstaðurin eitur Kuala Lumpur. "Maleisiski tikarin", sum landið verður rópt, er eitt kloddateppi av ymiskum mentanum og átrúnaðir.

Maleisia er eitt eysturland í stórari menning.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Landið er samveldisríki, tilsamans eru sekstan ríki, herav níggju sultánríki. Sultántrúnan gongur í arv, og sultánarnir skiftast um at verða kongar í Maleisia. Fimta hvørt ár velur Maleisia nýggjan ríkisovasta.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Maleisia er frælst ríki í syðra parti av Malakkahálvoynni. Maleisia er í tveimum høvuðslandslutum, sum eru langt hvør frá øðrum, ímillum landslutirnar er Suðurkinahav. Vestari landslutur er á meginlandinum, sunnarlaga á Malakkanesi ímillum Teiland og Singapor, og eystari landslutur er norðarumegin í Borneo. Inni í landspartinum Sarawak á Borneo er lítla landið Brunei. Landið er mest sum alt avtakið við tropiskum regnskógi, og bara tríggjundaparturin av landinum er veltur. Av tí at nógv fólk býr fram við áunum og á láglendinum við strendurnar - hetta er lendið, sum javnan stendur undir í vatni - verða húsini sett á steyrar, ið standa djúpt niður í jørðina. Bygdir við tílíkum húsum, nevnd kampung, eru víða hvar í Ásia. Húsini standa høgt frá jørðini, at tey skulu ikki fara í vatnflóð. Mongu gluggarnir og tað, at opið er undir gólvinum, ger, at húsini eru turr, og tað verður ikki so klumrut inni.

Náttarmynd av Kuala Lumpur. Hann er miðdepilin í búskapi og ídnaði í Maleisia.

Í 1990-árunum var búskaparliga menningin í Maleisia størri enn í flestum londum í heiminum. Enn verður nógv náttúrutilfeingi vunnið, men ídnaðurin er ógvuliga nógv vaksin. Nú eru tveir triðingar av útflutninginum liðug vøra, til dømis bilar, elektrónikkur, klæði og matvøra.


Heimsins størstu tinnám eru í Maleisia. Tinmálmur er ein tungur steinur, sum finst í summum av fjøllunum har eysturi. Tá ið áirnar koma ígjøgnum tinfjøllini, taka tær nakað av tinsteininum við sær oman á oyrarnar. Malajararnir grava upp eina rúgvu av oyrini, seta eina vatnkanón á rúgvuna og skola móruna frá tinsteininum. Tinsteinurin verður bræddur í háovnum í Maleisia og Singapor. 

Í 1857 settu nakrir tinhøggarar upp eina legu, har áirnar Klang og Gombak renna saman í eitt. Teir nevndu leguna Kuala Lumpur, sum á maleiskum merkir "runutur samkomustaður". Legan vaks skjótt og gjørdist handilsmiðstøð í tin- og gummivinnu. Nú er Kuala Lumpur høvuðsstaður í Maleisia, og har búgva fleiri enn 1,8 milliónir fólk. Í 1970-árunum vóru fáar verksmiðjur í Maleisia, og næstan øll rávøra landsins, til dømis gummi og tin, varð flutt út til onnur lond og gjørd til lidnar ídnaðarvørur.

Fyrsti bilur, sum var gjørdur í Maleisia - slagið er Proton - fór av bilverksmiðjuni við býin Kuala Lumpur í 1985. Í 1999 vóru 110.000 proton-bilar gjørdir um árið, hetta talið er voksið nógv síðan tá, mangir teirra verða seldir til Indonesia, Singapor og Stóra Bretlands. Hetta bilmerkið hevur verið so væl umtókt, at Maleisia nú er farið í holt við eina aðra nýggja bilverkætlan. Landið er eisini altjóða miðdepil í elektrónikkídnaði, og einki annað land í heiminum ger so nógvar disklastøðir til teldur.

Landbúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Gummitræið

[rætta | rætta wikitekst]



Gummitræið vaks av fyrstan tíð í skógunum í Brasil, haðan tað er tikið og ført til Landsynningsásia. Í Maleisia hevur gummitræið tær bestu vakstrarvánir, tí moldin er góð og veðrið til vildar. Stórir regnskógir á Malakkahálvoynni vóru høgdir niður og lagdir í garðar. Har vóru tey fyrstu gummitrøini sett niður, og haðani eru tey farin út um allan landspartin og á oyggjarnar í Indiahavinum. Knappur helmingur av allari gummiframleiðslu í heiminum kemur úr vakstrargørðunum í Maleisia, og gummi er mætasta útflutningsvøra í landinum. Í gummitrænum er ein sevja, sum líkist mjólk, eins og í hagasóljum. Tá ið gummitræið er fimm ára gamalt, kunnu teir tappa sevju úr tí. Teir skera eina fliku inn í børkin á tí í neðra og seta eina skál undir flikuna. Niður í skálina rennur tá ein tjúkk sevja og skálin verður tømd eina ferð um dagin. Gummisevjan verður á gummivirkjum blandað við sýru, so at hon loypir saman til rágummi [1].

Átrúnaðir í Maleisia [2]
Islam 60,4 %
Buddisma 19,2 %
Kristindómur 9,1 %
Hinduisma 6,3 %
Taoisma 2,6 %

Knappliga 30 mió. fólk búgva í Maleisia, tey flestu í stórbýunum á meginlandinum. Næstan helvtin av fólkinum í Maleisia eru maleiari. Um ein triðingur eru kinverjar, og hini eru ættað frá tilflytarum av Indianesi ella eru ymisk upprunafólk. Fjøld av upprunafólkinum býr í skóginum og livir av at veiða djór, fiska í áunum og henta frukt av trøunum. Tey, sum búgva úti við strendurnar, velta rís og rógva út. At fólkið hevur verið so blandað, var fyrr atvold til stríð ímillum fólkasløgini [3].

Átrúnaður

[rætta | rætta wikitekst]

Í 1414 tók fólkið í Maleisia við islamskari trúgv, tí at sultánur teirra giftist við muslimskari kongsdóttur úr Sumatra. Nýggi átrúnaðurin festi skjótt røtur um alt landið. Nú á døgum er størri helmingurin av fólkinum í Maleisia muslimar; flestir teirra halda enn islamskar lógir og siðir, og mong konufólk hava klæði um høvur og herðar, tá ið tær fara út.

  1. http://snl.no/Malaysia/n%C3%A6ringsliv
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2019-01-06. https://web.archive.org/web/20190106012832/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/my.html. Heintað 2013-05-16. 
  3. http://snl.no/Malaysia/befolkning
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið