iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.
iBet uBet web content aggregator. Adding the entire web to your favor.



Link to original content: http://fo.wikipedia.org/wiki/Hjálond
Hjáland - Wikipedia Jump to content

Hjáland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Hjálond)
Dømi um ósjálvstøðug lond.

Hjáland er land sum er líti, ið annað land ræður yvir. Ófrælst land. Um 10 mió. fólk í heiminum eru til dømis undir bretskum, donskum, norskum, fronskum, portugisiskum, amerikonskum, nýsælandskum ella avstralskum yvirræði. Henda skipan er leivd frá hjálandatíðini, og ósjálvstøðugu londini eru enn undir hjálandaharrum sínum. Í nøkrum londum verða hesi viðurskifti broytt, til dømis varð Hongkong latið Kina aftur í 1997. Nøkur lond og landøki verða verandi undir útlendskum yvirvaldi av hernaðarligum ella fíggjarligum orsøkum; onnur verða verandi, tí at yvirvaldið og meirilutin av fólkinum í ósjálvstøðuga landinum halda tað verða ov fáment, veikt ella ov fjarskotið til at standa á egnum beinum.

Hjálandatíðin frá 1870 til 2. heimsbardaga verður ofta nevnd imperialisman (týðir harradømi ella veldi). T.d. verjuleysa Afrika varð lættur fongur hjá imperialismuni. Á fundi í Berlin í 1884 til 1885 býttu stórveldini í Evropa Afrika sínaámillum. Eftir Seinna heimsbardaga tóku hjálondini í Afrika og Asia sær sjálvræði, eitt fyri og annað eftir. Hjálondini í Amerika tóku sær eisini sjálvræði í 18. og 19. øld. Størsta hjálandið, India, tók sær sjálvræði í 1947.

Nøkur lond kring heimin hoyra til onnur lond og eru so statt ikki sjálvstøðug. Flestu teirra eru smáar oyggjar. Men talan er eisini um stór lond, so sum Tibet, Grønland, Puerto Riko, Vestursahara og Franska Gujana. Summi lond, ið ikki eru sjálvstøðug, hava eitt ávíst sjálvstýri. Føroyar og Grøn­land, ið hoyra undir Danmark, hava til dømis hvørt sær heimastýri og kunnu sjálv taka avgerðir innan fyri ávís mørk. Onnur lond hoyra heilt og fult til móðurlandið, og kunnu ongar avgerðir taka sjálv. Avgerðirnar verða tiknar í stýrandi landinum, og tað kann vera langt burtur, kanska hinumegin jørðina. Til dømis verður Franska Gujana stýrt úr París í Fraklandi.

Amerikanska hjálandaveldið

[rætta | rætta wikitekst]
Amerikonsku hjálondini.

Undir lýsingartiltakinum "Amerika fyri amerikanarar" í 1823 hevði landið víst frá sær krøv frá Sovjet um hjáland á amerikonsku Kyrrahavsstrondini, og í 1867 keyptu teir Alaska frá russum. Kuba gjørdi í 1895 uppreistur móti tí spanska hjálandaveldinum og skjótt kom USA Kuba til hjálpar. Ikki vardi so leingi, so høvdu amerikanskir herskip og hermenn sigrað á spaniólum, og Kuba varð lýst at vera eitt sjálvstøðugt ríki á pappírinum. Amerikanarar settu tó krav fram um, at teimum skuldi verða loyvt at luttaka í kubanskum politikki, bæði í verjupolitikki, uttanríkispolitikki og peningaviðurskiftum. Undir krígnum við Spania um Kuba hevði USA hersett fleiri sponsk hjálond, slík sum Filipsoyggjarnar, ið lógu heilt yviri í Suðurásia, og Puerto Riko í Karibia. Hesi londini høvdu teir sum hjálond, eftir kríggið var endað.

Nærum samstundis hersettu teir tær frælsu Hawaiioyggjarnar, Sámoaoyggjunum, Wake og Guam í Kyrrahavinum við teirri avleiðing, at amerikanski herflotin nú hevði valdið í øllum Kyrrahavinum og í stórum pørtum av Atlantshavinum. Í 1903 kom øll tann amerikanska imperialisman í hæddina. Og tað rímaði ikki serliga væl við frælsishugsjónirnar hjá teimum sjálvum, tá ið USA ognaði sær eitt landaøki inni í Panama, har Panamaveitin varð grivin. Veitin varð opnað í 1913.

Tætt eystan fyri Puerto Riko átti Danmark 3 oyggjar, St. Thomas, St. Croix og St. Johndonskum: De dansk-vestindiske øer). Tá so fólkið í Jómfrúoyggjunum kravdi at verða leyst frá Danmark, vóru oyggjarnar í 1917 latnar til USA fyri 70 mill. krónur (DDK). Norðurmarianoyggjar hevur sjálvstýri, men er eisini undir amerikonskum yvirræði.

Danska hjálandaveldið

[rætta | rætta wikitekst]
Donsku-norsku hjálondini í 1800; nú landspartir í
* Danmark Danmark
* Føroyar Føroyum
* Ísland Íslandi
* Noreg Noregi
* Svøríki Svøríki
* Estland Estlandi
* Týskland Norðurtýsklandi
* Amerikonsku Jómfrúoyggjar Jómfrúoyggjum
* Grønland Grønlandi
* India Trankebar og Serampore, India
* Gana Suðurgana

Danmark vóru uppi í evropeiska hjálandaævintýrinum og løgdu Føroyar, Ísland og Grønland undir seg. 1672 til 1733 keyptu og hersettu danir tríggjar vesturindiskar oyggjar - St. John, St. Thomas og St. Croix (nú Amerikonsku Jómfrúoyggjar) í Karibia, haðan teir fingu romm og sukur. Oyggjarnar vórðu seldar USA í 1917. Í 17. øld fingu Danmark sær hjálond í Eysturindia, tí teir vildu m.a. hava kryddurtir, silki, te og bummull. Kendasta hjálandið var Trankebar á eysturstrond India (selt Stóra Bretlandi í 1845). Í Donskum Guinea (nú Gana) á Gullstrondini í Afrika høvdu teir í 17. og 18. øld skansa og handilsstøðir til trælahandil (selt í 1850). Trælahandilin á Gullstrondini og trælahaldið í Donskum Vesturindia eru daprastu brotini í donsku hjálandasøguni.

Norska hjálandaveldið

[rætta | rætta wikitekst]
Noreg og hjálond tess.

Noreg hevur gingið á odda á rannsóknarferðum á pólleiðunum og hevur yvirhaldsrættin á Svalbarði og Jan Mayen í Norðuríshavi, á Bouvetoy í Suðuratlantshavi, Peter Ísoy í Suðurindiahavi og Drotning Maudarlandi í Antarktis. Fleiri lond hava troytt náttúruríkidømi í og undir Svalbarði, men í 1920 fekk Noreg yvirhaldsrættin, tá ið Svalbarðssáttmálin var gjørdur. Sýslumaður stjórnar oyggjalandinum.

Norskir niðursetumenn komu til Ísland um somu tíð, sum landnámið var í Føroyum. Eins og Føroyar var Ísland fyrst undir norskum (1262–1397) og seinni undir donskum valdi (1397–1944). Nakrar fáar ættir fingu stórt vald, og bardagarnir teirra millum viknaðu so nógv um valið hjá Altinginum, at norski kongurin Hákun 4. í 1262 kundi gera Ísland til norskt hjáland.

Bæði Hetland og Orknoyar hava fyrr verið norsk hjálond. Danski kongurin veðsetti tær til Skotlands í 1469. Bæði Suðuroyggjar og Mann hava fyrr eisini verið norsk hjálond.

Noreg royndi at gera ein part av Grønlandi ("Eirik Raudes Land") til sítt hjáland við millum annað at gera Helge Ingstad til sýslumann í 1931.

Listi yvir hjálond

[rætta | rætta wikitekst]
Land Hjálandatíð Nútíð
Føroyar 1814 - Heimastýri
Gotland 1361 - 1645 Í Svenska ríkinum
Grønland 1814 - 1953 Heimastýri
Ísland 1814 - 1944 Sjálvtøðugt
Skáni - 1658 Í Svenska ríkinum

Í Karibia (Dansk Vestindien):

Í India (frá 1620):

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]