Kina
Henda greinin er um Fólkalýðveldið Kina. Sí Teivan fyri at lesa greinina um Lýðveldið Kina.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Yìyǒngjūn Jìnxíngqú | |||
Alment mál | Kinesiskt | ||
Høvuðsstaður | Beijing | ||
Forseti | Xi Jinping | ||
Forsætisráðharri | Li Keqiang | ||
Fullveldi | 1. oktober 1949 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
9 572 419 km² 2,8 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
1,353,821,000 137,32/km² | ||
Gjaldoyra | Renminbi (CNY) | ||
Tíðarøki | UTC +8 | ||
Økisnavn á alnetinum | .cn | ||
Telefonkota | +86
| ||
Fólkalýðveldið Kina (kinesiskt: 中华人民共和国 Zhōnghuá Rénmín Gònghéguó) er eitt stórt land í Asia. Kina er tað landið í heiminum, sum hevur flestar íbúgvar (1,3 milliardir). Fimtahvørt fólk í heiminum nú á døgum býr í Kina. Hetta ovurstóra landið er næstan líka stórt sum alt Evropa og triðstørsta land í heiminum, næst Russlandi og Kanada. Høvuðsstaður er Beijing og londinum hevur mark við 15 lond: Russland, Norðurkorea, Mongolia, Kasakstan, Kirgisia, Tadsjikistan, Afghanistan, Pakistan, India, Nepal, Butan, Burma, Laos, Vjetnam og Hongkong. Í Kina eru mong mál. Høvuðsmálið er kinesiskt.
Kina skal breyðføða 20 prosent av heimsins menniskjum við sjey prosentum av heimsins landbúnaðarjørð, og ein triðingur av heimsins fólkum fáa vatn úr kinverskum áum. Skjótføra iðnaðargerðin í Kina hevur havt við sær dálking og turk, og náttúran í Kina er vorðin til eitt hermót, har granskarar, umhvørvisfólk, stjørn og tey 1,3 milliardirnar fólk berjast. Kina er í stórum vøkstri, og vøkstur er raðfestur ovarlaga, tí hevur umhvørvismálaráðið ilt við at tálma árinini av vøkstrinum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Forna siðmenningin, sum tók seg upp í Kina, helst um 2200 f. Kr., varð kallað Xia eftir Xiaættini, sum eftir gomlum søgnum hevði valdið hesa tíðina. Miðdepilin var í Guláardali, og fornfrøðingar hava fingið proógv fyri, at Xiabøndurnir nýttu steinamboð. Frá um 1700 f.Kr. búðu kongarnir í Shang-ríkinum tætt við, har Anyang nú er, og ríkiðm teir ráddu í, hevði sína stórtíð um 1500 f.Kr. Kinverjar lærdu at nýta bronsu og stoyttu heilag kør úr bronsu, útbúnað til vognarnar, sum nýliga vóru uppfunnir, og vápn. Shang-fólkið vav silkiklæði og hevði eitt háment skriftmál. Hús, sum kunnu hava verið tempul, vóru bygd av flagi, viði og múrsteini. Shang-fólkið tilbað kongsins forfedrar sum gudar. Í stórum kongsgravum vóru dýrgripir og leivdir av menniskjum og dýrum, sum vóru ofrað fyri at vera saman við kongi. Zhou-ættin tók ræði frá Shang-ættinium 1045 f. Kr.
Í 18. øld vóru fleiri fólk í Kina enn í øllum Evropa tilsamans. Tað var størsta landið í heiminum og hevur heldur ongantíð verið størri. Har búðu fleiri enn 300 milliónir (um hetta mundið búðu 24 milliónir fólk í Fraklandi). Keisarin í Kina hevði stórt vald. Hann ráddi yvir Vjetnam, Butan, Tibet, Teivan, Teilandi, Burma, Nepal, Norður- og Suðurkorea. Kinverjar hildu sína mentan vera ta bestu í heiminum, og at eingin dugdi betur at stýra enn teir. Kina var miðdepilin. "Ríkið í miðjuni".
Evropearar, sum komu til Kina, vóru ovfarnir og hugtiknir av øllum, teir sóu. Yvirstætturin í Evropa kappaðist um at fáa hendur á kinverskum silki og málaðum postalíni. Evropearar fóru eisini at drekka kinverskt te – serliga bretar. Kinverjar høvdu hinvegin heilt aðra áskoðan á evropearar. Teir vórðu nevndir "reyðir barbárar" ella "fremmandir djevlar". Niðurlendskir handilsmenn vóru uppi í teimum fyrstu í Evropa, sum komu til Kina. Teir høvdu ljóst hold, og fleiri vóru reyðhærdir. Kinverjar hildu hesar menn, við síðum hári, stórari nøs og skeggi, vera bæði grammar og ódámligar. Handilsmenn vóru annars ikki so væl dámdir í Kina. Í kinverskari pátrúgv var reyði liturin bundin at djevlum og illum andum. Ein øðrvísi luktur gongur eisini at evropearum. Hetta kemst av, at teir hava fleiri sveittakertlar. Ásiatar hildu tí, at evropearar vóru sjúkir. Fleiristaðni royndu fólk at tváa henda serliga kropslukt burtur.
Eftir at hava verið keisaraveldi í túsundtals ár, gjørdist Kina lýðveldi í 1911 og kommunistiskt ríki 1. oktobur í 1949. Tá kommunistaflokkurin tók valdið í Kina í 1949, setti flokkurin eina massiva propagandaherferð í gongd fyri at vinna fólkið fyri Mao Zedong. Meðan kommunistarnir hava rátt, hava ríkismyndugleikarnir lagt seg eftir at hava eftirlit við øllum viðurskiftum landsins, og Kina er vorðið mikið ídnaðar- og hernaðarveldi. Seinastu árini hevur landið nærkað seg marknaðarbúskapi og hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Tveir triðingar av kinverska fólkinum búgva á bygd og eru bøndur.
Vestari partur av Kina er fjallalendi, og har búgva upp á seg fá fólk, meðan eystan fyri millum Gulu ánna og Yangtzeánna eru teir stóru býirnir, ídnaður og landbúnaður.
Fleiri enn 250 milliónir kinverjar búgva í smáum og stórum býum; mangir teirra eru ógvuliga fjølbygdir. Stórt íbúnaðartrot er, og mong húski búgva í smáum íbúðum – eitt ella tvey rúm – sum tey leiga frá fyritøkuni, har tey arbeiða. Gøturnar eru stúgvandi fullar av súkklum, og almennu flutningsakførini koyra altíð fullsett. Størsti ídnaðarbýur og handilsmiðdepil er Shanghai, 18,4 (2007) milliónir fólk búgva í býnum, sum er ein av teimum størstu í heiminum.
Av tí at mong fólk í býunum búgva í íbúðarhúsum, har einki er uttanum, er altíð nógv fólk í býarlundunum. Kinverjar verða eggjaðir at røra seg nógv, og tí ganga fólk javnan túr í lundunum at venja kroppin. Tíðliga um morgunin íðka fólk "tai chi" ella "kung-fu". Børn renna við drekum, tá ið líkindi eru til tess, og vaksin fólk spæla borðtennis, kort ella telva, ella sita bara og práta við vinir og kenningar.
Á hvørjum ári, siðst í januar ella fyrst í februar, fara kinverjar at gera seg til at halda nýggjár. Vaskað verður upp og niður, hongdar verða upp reyðar lyktir, ið skulu veita húsfólkinum eydnu, og børnini fáa nýggj klæði og leiku. Nýggjárshaldið stendur í fleiri dagar. Handlar og skrivstovur eru stongd, og fólk eru úti á gøtunum og skjóta fýrverk og hyggja at sýningum við leyvu- og drekadansi.
Kinverjar halda, at fólk gerast sjúk, tí at andstøddu máttirnir yin og yang eru ikki í javnvág. Læknar fáa javnvág í aftur kroppin við akupunkturi, sum er, at nálir verða stungnar ymsastaðini í kroppin at linna pínu. Flestu fólk, ið tørva læknahjálp, fara til náttúrulæknar, sum hava lært at nýta gomul heimaráð at grøða við.
Í Kina halda tey fimi vera ímyndin av tjóðarsálini, hóast hvør einstakur akrobatur ikki er høgt í metum ella fær góða løn. Sirkus eru um allan heim, men munur er á vesturlendskum sirkus og teimum kinversku. Í Kina snýr alt fimi seg um at bjóða kroppinum av. Kinverskir akrobatar byrja tíðliga at venja. Tað er eitt hart lív og tað verður verandi hart til pensjónina.
Kvinnurnar í Kina hava altíð verið undir trýsti, frá monnum, frá familjuni og frá arbeiðinum. Í dag hava kvinnur í Kina eitt trýst afturat, nevniliga teirra egni tørvur á at ráða yvir teirra egna lívi, fáa eina útbúgving og fáa sær eitt arbeiði og gifta seg av kærleika. Tað er ein long og trupul leið, sum fer at broyta kinverska samfelagið. Stóra fólkaflytingin av bygd í bý hevur givið betri liviumstøður, men syndrar familjurnar. Samstundis hevur tað givið kvinnunum ein nýggjan leiklut, hvørt tær reka garðin heima ella hava lønt arbeiði í býnum. Trýstið sæst eisini í sjálvmorðshagtølunum. Hvørt ár forgera 150 000 kvinnur sær.
Kina er tað landið í heiminum, har flest fólk roykja. Mett verður, at 350 milliónir fólk javnan festa sær í, og tað er ikki sum at siga tað at fáa fólkið at broyta sínar vanar. Í januar 2008 sendu heilsumyndugleikarnar eina skrivliga áheitan út til 30 000 matstovur um at seta roykibann í verk, men ikki ein tann einasta fylgdi áheitanini.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Fólkalýðveldið Kina hevur nógvar stórbýir (yvir 1 millión íbúgvar), av hesum teljast fleiri millum 100 fólkaríkastu býir í heiminum. Talvan niðanfyri vísir 20 av størstu býunum og metta fólkatalið í milliónum fólkum:[1]
# | Býur | Mett í mill. |
---|---|---|
1. | Shanghai 上海 | 9,0 |
2. | Beijing 北京 | 7,1 |
3. | Tianjin 天津 | 4,3 |
4. | Wuhan 武汉 | 4,0 |
5. | Shenyang 沈阳 | 3,5 |
6. | Guangzhou 广州 | 3,4 |
7. | Harbin 哈尔滨 | 2,8 |
8. | Xi'an 西安 | 2,7 |
9. | Chongqing 重庆 | 2,3 |
10. | Kowloon 九龍 | 2,3 |
11. | Chengdu 成都 | 1,9 |
12. | Changchun 长春 | 1,9 |
13. | Taiyuan 太原 | 1,8 |
14. | Nanjing 南京 | 1,8 |
15. | Jinan 济南 | 1,7 |
16. | Dalian 大连 | 1,7 |
17. | Qingdao 青岛 | 1,4 |
18. | Lanzhou 兰州 | 1,4 |
19. | Fushun 抚顺 | 1,4 |
20. | Zhengzhou 郑州 | 1,3 |
(Øll kinesisk tekn í talvuni omanfyri eru í einfaldari kinesiskari skrift)
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Kina hevur havt stóra búskaparliga framgongd seinastu árini, men kortini rýma fólk í besta aldri úr landinum sum ongantíð fyrr. Fólk í hópatali rýma úr Kina til onnur meira demokratisk lond, hóast Kina seinastu árini hevur havt risastóra búskaparliga framgongd. Bara í 2011 fluttu 87 000 kinverjar til USA.[3] Tey stúra fyri framtíðini hjá sær og børnunum í einum landi við framburði, sum ikki øll fáa lut í.
Ógvuliga nógv kol er í Kina, og flestu steinsløg eru eisini í jørðini. Eftir at kommunistarnir tóku valdið í 1949, legði stýrið stóran dent á at menna tungídnaðin og læt byggja ovurstór jarn- og stálverk og evnafrøðiverksmiðjur. Seinastu árini hevur stýrið eggjað til at menna lættan maskinídnað og nýtsluvøruídnað. Kina er nú ímillum tey lond í heiminum, sum ger mest av handilstøðum, klæðum, ravmagnslutum og ravtøkni.
Fruktabesta lendið er fyri sunnan. Høvuðsgrøðin er rís, te, bummull, frukt og grønmeti. Rísið verður sáað í akrar, sum fyrstu tíðina standa undir vatni. Góð ár heysta kinverjar rís tvær ferðir av sama akri, men grønmeti og annað korn enn rís verður bara heystað eina ferð. Í norðara og vestara parti í landinum, har tað er turrari og berligari, dyrka teir mest korn og epli og halda neyt og seyð.
Í nýggjari tíð hevur eingin tjóð verið í nánd av Amerika við atliti til búskaparstyrki, men kommunistiska Kina kann nú meta seg ájavnt. Í fleiri ár hevur Kina havt stóran búskaparvøkstur, og altjóða gjaldoyragrunnurin IMF spáar nú, at um fimm ár hevur landið lagt USA aftur um seg. USA hevur ætlanir um at kæra Kina til WTO í 2012, tí kinverjar hava veitt ólógligan stuðul til teirra bilverksmiðjur í beinleiðis kapping við tær amerikansku.[4]
Vinnulív
[rætta | rætta wikitekst]Kina hevur heimsins skjótast vaksandi búskap við 9,5 % vøkstri um árið. Í fyrstu fýra mánaðunum í 2007 var tað kinesiska handilsavlopið á tilsamans 63,3 milliardir dollarar. Kina hevur heimsins fjórðstórsta búskap við einum BNP á 2 000 milliarder USD. Álíkavæl er Kina enn eitt fátækt land, sum fram til fyri fáum árum síðan hevur móttikið stuðul frá matvøruætlanini hjá ST. Í 2009 gjørdist landið heimsins størsta útflytaratjóð. Tað árið útfluttu tey vørur fyri 1,2 billiónir dollarar. Týskland útflutti fyri 1,13 billiónir dollarar, meðan USA seldi vørur til útlandi fyri 1,06 billiónir dollarar.[5]
Umleið tríggir fjórðingar av fólkunum í Kina arbeiða framvegis innan landbúnaðin, men landið hevur stórt tal av arbeiðsleysum í bygdunum og landbúnaðurin eigur bert 13 % av BNP.
Kina er ríkt við náttúrutilfeingi, eitt nú kol, olju og jarnmálmi.
Høvuðsútflutningsvørur eru klæðir, elektroniskar vørur, olja og oljuvørur, evnafrøðilig evni og lættari ídnaðarvørur og vápn.
Kina gjørdist í 2001 limur í WTO (World Trade Organisation).
Búskaparlig lyklatøl | Virði | % av BNP | Ár, kelda |
---|---|---|---|
BNP | 2 668,0 mrd US$ | 2006, Heimsbankin | |
BNP (vøkstur) | 11,5 % | Q3 2007, The Economist nov 2007 | |
Ídnaðarframleiðsla | 18,9 % | Q3 2007, The Economist nov 2007 | |
Brúkaraprísir | 6,2% | Q3 2007, The Economist nov 2007 | |
Rentur 3 mnd | 4,05 % | Q3 2007, The Economist nov 2007 | |
Børsindeks 1.jan-7. mai 2008 | -32,0 % | The Economist mai 2008 | |
Arbeiðsloysi | 9,5 % | Q3 2007, The Economist nov 2007 | |
Handilsjavnvág 12 mnd | 253,4 mrd $ | Q2 2007, The Economist nov 2007 | |
Betalingsbalansin 12 mnd | 249,9 mrd $ | 10,7 % | Q2 2007, The Economist nov 2007 |
Buskettjavnvág | 0,2 % | 2007, The Economist nov 2007 | |
Menningarhjálp | 1,87 mrd US$ | 2005, UNDP Dátabasa | |
BNP per íb | 1 533 US$ | 2005, UNDP Database |
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Fyri vestan hækkar oyðimarkarkenda lendið upp í djúpar dalar og høg fjøll. Tibet, sum áður var sjálvstøðugt ríki, men sum Kina hertók í 1950, verður nevnt "tekja heimsins", tí at tað liggur so høgt. Í norðara parti í Kina á markinum móti Mongolia er turra og oydna Gobioyðimørk. Í Eysturkina og Norður- og Suðurkina er nógvur landbúnaður í áardølunum og á víða slættlendinum. Haðan kemur matur til allar milliónirnar, sum búgva í mongu býunum fram við strondini og inni í landinum.
Hengduanfjøllini har suðuri í Kina spretta úr Himaleiafjøllunum, og í hesum fjøllunum og í dølunum er ríkt dýra- og plantulív. Gjøgnum dalirnar renna eisini tríggjar tær størstu áirnar í fjareystri, og tær eru Salweenáin, Mekongáin og Yangtzeáin. Her er eitt satt paradís á jørð fyri apur, pandur, teir seinastu villu fílarnar í Kina og fyri eitt ótal av fuglasløgum.
Kinverska strondin er 14.500 kilometrar long. Longdin ger sjálvandi tað, at stórur munur er á tilveruni hjá fólkinum, sum býr við sjógvin. Nógv búgva í stórbýum, og so eru tað tey, sum búgva á smábygd við sjógvin og eru útróðarfólk. Eisini finst eitt ríkt dýralív við strendurnar, men dálkingin er eisini ein stórur trupulleiki bæði fyri fólk og fæ.
Kina eigur hjálondini Hongkong og Makao. Teivan tók loysing frá Kina í 1949, men fá lond hava viðurkent Teivan sum sjálvstøðugt ríki.
Fyrisitingarligar eindir
[rætta | rætta wikitekst]Kina er býtt sundur í 23 landslutir, 5 sjálvstýrandi regiónir og 4 kommunur. Hesar eindir eru tilsamans høvuðlandið Kina. Umframt 22 landslutir sær tann kinverska stjórnin eisini Teivan sum ein part av Kina og sær tí Teivan sum sín 23. landslut.
Harafturat koma tvey serstøk fyrisitingarlig øki Makao og Hongkong, sum hoyra undir tí kinversku fyrisitingina, men sum hava størri sjálvstýri enn hinir landslutirnir, regiónirnar og kommunurnar.
Fólkalýðveldið Kina hevur 56 viðurkent at landið hevur 56 ymisk etnisk fólkasløg.
Landslutir |
Sjálvstýrandi regiónir
Kommunur Serstakar fyrisitingarligar regiónir Umstríddur landslutur
|
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Kina hevur seinnu árini latið mørk síni meira og meira upp fyri umheiminum, men Kina er framhaldandi eitt hart stýrt land, har nógv ræðast valdsharrarnar og ikki minst Hu Jintao. Kinesiski leiðarin hevur til dømis harðrent jarðlagt og flutt milliónir av fólkum fyri at gera pláss fyri nýbygningum, Olympisku Leikunum og øðrum, sum hevur verið sæð av umheiminum sum framgongd. Kina við Hu Jintao á odda er framhaldandi tað landið, sum avrættar nógv flest folk.
Eitt barn
[rætta | rætta wikitekst]Fólkavøksturin í Kina er 15 milliónir um árið; næstan líka nógv fólk, sum býr í Noregi, Svøríki og Danmørk. At tálma hesum stóran vøkstri settu myndugleikarnir í gildi, at maður og kona bara skuldu hava loyvi til at eiga eitt barn. Síðani í 1979 hava myndugleikarnir í Kina kravt, at foreldur bert fáa eitt barn. Hesi einkarbørn verða stundum kallað smáu keisararnir, tí at tey ofta eru ovurvard og spilt. Hesin politikkur hevur helst verið til gagns í ovfólkaðu býunum, men ikki á bygd, har mesta arbeiði í landbúnaðinum verður gjørt við hond. Barnapolitikkurin við einum barni, gevur teimum sum halda seg til lógina, fleiri fyrimunir. Tey fáa reiðan pening og betri bústaðir. Í miðal fáa kinesiskar kvinnur bert 1,4 barn, sum er væl undir markinum fyri at halda fólkatalið í landinum. Tað markið er 2,1 barn. Í Kina hevur eittbarnspolitikkurin gjørt at dreingjabørn verða vald framum gentubørn. Hetta hevur skapt ein kynsójavna í landinum. Íbúgvaratalið er 1,36 milliardir fólk í 2013. 697 milliónir eru menn, meðan 663,5 milliónir eru kvinnur. Hetta merkir at tað eru 35 milliónir fleiri menn enn kvinnur í landinum. Tað vil so siga, at tað eru líka nógvir single menn í Kina sum tað eru t. d. íbúgvar í øllum Kanada. Og teir allar flestu av teimum mugu liva sítt lív einsamallir, uttan eina konu ella kvinnuligan partnara. Ójavnin fór at gera seg galdandi fyri tíggju árum síðani, men hann hevur ongantíð verið so sjónskur sum nú.
Í Kina verða foreldur fyri mismuni á arbeiðsplássinum og fáa bøtur, um tey fáa sær meir enn eitt barn. Men 70 % av kvinnunum ynskja sær fleiri børn. Kvinnurnar í Kina er púra ósamdar við eitt-barns-politikkinum hjá stjórnini. Sambært BBC News, vísir ein spurnarkanning, at 70 % av kvinnunum ynskja sær tvey ella fleiri børn í Kina. Hóast hetta heldur stjórnin fast í førda politikkinum. Myndugleikarnir siga, at lógin, ið varð sett í gildi síðst í 70'unum, hevur forðað fleiri 100 milliónum av føðingum, sum síðani hevur gjørt íbúgvarnar ríkari.
Deyðarevsing
[rætta | rætta wikitekst]Kina er tað landið, sum avrættaði flest fólk í 2008. Sambært frágreiðingini "Death Sentences and Executions in 2008" vóru í minsta lagi 1718 fólk avrættaði í Kina, men veruliga talið kann vera hægri, tí í Kina eru deyðarevsingar loyniligar. Hetta svarar til 72 % av øllum avrættingum í 2008. Tað merkir, at tað í Kina tilsamans fóru fleiri deyðarevsingar fram í enn í restnina av heiminum tilsamans. Asia er tann heimsparturin har flestu avrættingarnar vóru framdar í 2008. Avrættingar vóru framdar í 11 londum í Asia. Hesi londini eru Afghanistan, Bangladesj, Indonesia, Japan, Norðurkorea, Maleisia, Mongolia, Pakistan, Singapor, Vjetnam og Kina.
Rúmdarferðir
[rætta | rætta wikitekst]Tann fyrsti kinesiski rúmdarmaðurin, Yang Liwei (f. 21. juni 1965), var úti í rúmdini í 2003 í rúmdarfarinum Shenzhou 5. Kinesiska rúmdarumsitingin hevur ætlanir um at seta eitt ómannað rúmdarfar á mánan í 2013, og ætlanin er so at senda eitt mannað far hagar seinni. Stutt eftir døgurðatíð 14. des. 2013 setti eitt kinverskt rúmdarfar seg á mánan, og harvið gjørdist Kina triðja tjóð eftir USA og Sovjetsamveldið at lenda á mánanum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1976, at nakar lendir á mánanum. Talan er um eitt ómannað kanningarfar, nevnt Chang'e 3 eftir mánagudinnuni í kinverskari gudalæru. Chang'e 3 setti seg í Sinus Iridum, ella Ælabogavíkini, sum enn ikki er kannað. Har er góður sólargangur, og tað liggur væl fyri at samskifta haðani niður á jørðina, skrivar kinverska tíðindastovan Xinhua.[6]
Arbeiðslegur
[rætta | rætta wikitekst]Í desember mánaði í 2013 hevur tjóðartingið í Kina formliga viðtikið eina fyriskipan, sum endar nýtsluna av arbeiðslegum sum eina revsing fyri politiskar fangar. Legurnar hava verið nýttar í meira enn fimmti ár sum ein háttur til at revsa øðrvísi hugsandi og fáa tey til at tiga.[7] Millum hesi eru kristin, sum ikki vilja vera við í statsgóðkendu trúnni. Revsingin í arbeiðslegum varð tikin í nýtslu í 1957 fyri at revsa atfinnarunum móti kommunistiska flokkinum. Men skipanin hevur eisini verið nýtt til at revsa onnur við, harímillum eisini húskirkjukristin og politikarar. Fyriskipanin er góð tíðindi fyri kristin, sum møtast í húskirkjum, og aðrar bólkar í landinum. Fólk úr hesum bólkum hava regluliga verið dømd til upp í fýra ár í arbeiðslegum uttan at hava verið fyri rætti. Fyriskipanin er ein av fleiri skipanum, sum kinesiski kommunistaflokkurin legði fram í 2013, og tær vórðu góðtiknar leygardagin 18. januar 2014 fyri nýggjár í tjóðartinginum. Ein onnur fyriskipan sama dag var, at tingið avtók "laojiao”, sum er endursiðing gjøgnum arbeiði.
Tikarar
[rætta | rætta wikitekst]At drepa tikarar er stranglig bannað og ólógligt í Kina, og tikarin er sera hóttur í fólkaríka landinum. Tað sigst, at tikararnir eru farnir frá at vera 100.000 í 1900-talinum til at vera uml. 50 í 2015.[8] Í Kina virkar Heimsnáttúrustovnurin WWF fyri, at fáa tikararnar út aftur í náttúruna. Einaferð vóru amurtikarar allastaðni í Kina. Men teir vóru so nógv veiddir, at tað bara vóru uml. 40 takarar eftir í 1940. Í 2015 eru um 400 amurtikarar, sum liva fríir úti í náttúruni.[9]
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Kina eigur góða, gamla mentan. Í kinverskum grøvum hava tey funnið málningar eldri enn 6.000 ár. Listaligi siðaarvurin sæst enn aftur í dansinum og í tónleikinum, og bæði filmar, opera og sjónleikur eru vældámdar listagreinir. Listafólk verða eggjað at lýsa avrik kinverska fólksins. Miðkina við býnum Beijing er miðstøð fyri eina 5.000 ára gamla mentan, sum hevur skapt ótrúlig bygningsverk.
Ymiskar filosofiskar lærur hav havt stóra ávirkan á kinverska mentan. Tríggjar av teimum elstu høvuðsgreinunum komu frá konfusianismuni, taoismuni og buddhismuni.
Tað eru fleiri ymiskar trúarbólkar í Kina, og fleiri av teimum eru rættiliga samansettir. Av trúarbólkum, sum verða tvinnaðir saman við Kina kunnu nevnast Ættfaðirskultin, buddhisma, kinesisk folkatrúgv við rótum í elligomlum mytum, konfusianisman, taoisman og islam.
Kinesiskar bókmentir hava eina langa og ríka søgu, tað var eisini í Kina at man fann fram til prentlistina undir Song-ríkinum. Áðrenn tað tíð vóru tær klassisku og átrúnaðarligu hondskriftirnar netupp hondskriftir – hondskrivaðar við blekkpensli. Talan var sum oftast um konfuciansk, taoistisk og buddhistisk verk. Fyri at granska hesar tekstir upprættaðu tey lærdu akademiir í hópatali. Nøkur av hesum akademiunum vóru betald av herskaradynastiunum, og tey kongaligu kundu sjálvi taka aktivt lut í kjakinum har. Av skjølum sum eru skrivaði hetta tíðarskeiði heru fleiri túsund varveitt. Kinverskir heimspekingar, rithøvundar og yrkjarar hava sum oftast verið høgt í metum í samfelagnum og spælt ein týðandi leiklut sum mentanarberar.
Kinversk skrift hevur havt nógvar ymiskar variantar gjøgnum søgu Kina, og mitt í 20. øld mentist ein meira einfaldur kinverskur skriviháttur á Meginlandskina. Í Teivan og á øðrum støðum halda tey fast við ein eldri skrivimáta. Kalligrafi er ein týðandi listagrein í Kina, eins og málningalist og tónleikur. Bonsai er ein elligomul listagrein, ið eisini breiddi seg til Japan og Korea.
Kinverskur matur
[rætta | rætta wikitekst]Umframt rís er mesta tilfarið í kinverskum mati grønmeti og nudlur. Tey eta eisini nógvan turran mat, soyabønir, fisk og kjøt. Maturin kann vera sera ymiskur, alt eftir hvar í Kina tú ert. Kinverjar gera nógv burtur úr matgerð og matsiðum í teimum ymsu landslutunum. Í landslutinum Xinjiang er maturin sterkt kryddaður; fyri norðan um Beijing-leiðina eru tey gitin fyri at duga væl at steikja dunnu. Vælrúkandi fiskarættirnir í landslutinum Kanton fyri sunnan eru vorðnir heimskendir. Har verður maturin gjørdur til í djúpari steikipannu við loki, kallað wok. Í Suðurkina verður rís etið aftur við høvuðsrættunum. Í Norðurkina annaðhvørt hveitibollar ella hveitinudlar. Etið verður úr smáum skálum við pinnum. Rís, annaðhvørt kókað, guvukókað ella stekt, er høvuðskostur í mongum kinverskum rættum.
Kinverskar bókmentir
[rætta | rætta wikitekst]Kinverskar bókmentir hava eitt serstakt pláss í heimssøguni, við tí kultinum ið ognast tí skrivaða orðinum í Kina ta serstaka í teimum kinversku teknunum, sum hava sín uppruna í spádómslist, og sum er fullkomiliga ólíkt teimum fonetisku skipanunum, sum verða nýttar á flestu øðrum málum.
Verk av filosofiskum slag hava ein týðandi lut í kinverskum bókmentum, serliga undir Zhou-ríkinum, við tí "siðbundna" konfusiansku ella teimum taoistisku klassikarunum. Síðan er tað kinversk yrkingalist, ið gerst týdningarmiklari við tíðini, serstakliga undir Tang-ríkinum.
Síðan veksur prosan framm við kendum verkum sum Ferðin mót Vestri í 1500-talinum, ella familjuskaldsøgan Hong Lou Meng (红楼梦) frá 18. øld (Dreymurin um tað reyða rúmið).
Síðan vóru kinverskar bókmentir raktar av afturgongd beint eftir at Qing-ríkið fall. Tað gjørdist endin á tí klassisku mentanini. Hu Shih (f. 1891, d. 1962) og Lu Xun (f. 1881, d. 1936) gjørdist undangongumenn til nútíðar kinversku bókmentirnar.
Lakkarbeiði
[rætta | rætta wikitekst]Dømi um lakklist eru etipinnar.
Kinesiskur tónleikur hevur eitt heilt serligt ljóð. Kinverjar hava ment ljóðføri í stórum tali, eitt nú zheng, xiao og erhu. Ljóðførið sheng fekk eina røð av líknandi ljóðførum í Vesturheiminum.
Silkiframleiðsla
[rætta | rætta wikitekst]Kina hevur ríka traditión fyri at framleiða silki.
Málið
[rætta | rætta wikitekst]Almenna málið í Kina er kinverskt ella mandarin, sum øll tosa uttan tey, sum búgva úti við strondina í Útsynningsásia. Har tosa tey kanton ella onnur kinversk mál. Í hvørjum máli eru nógv bygdarmál. Øll kinversk mál hava sama skriftmál. Borið saman við stavrað okkara, sum er 32 bókstavir, eru fleiri enn 50.000 tekn í kinverska skriftmálinum. Hvørt tekn merkir eitt orð ella eitt hugtak. Fyri einføld orð, til dømis "himmal" og "regn", er eitt tekn. Fyri samansett orð eru tvey ella fleiri tekn. "Telefon" verður skrivað við tveimum teknum – teknunum fyri "ravmagn" og sagnorðinum "tala".
Kalligrafi
[rætta | rætta wikitekst]Kalligrafi er ein serligur skriviháttur, og vøkru kinesisku skriftteknini koma best til sín rætt, tá tey eru hondkalligraferað.
Kalligrafi er høgt mett list í Kina og javnsett við málningalist, tí at skrivarin má leggja sær nær at skriva teknini røtt og vøkur.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Forseti Hu Jintao og George W. Bush
-
Kort
-
Fólkatalsfrøði
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.mongabay.com/igapo/China.htm (2002)
- ↑ http://www.bbc.com/news/magazine-30483762
- ↑ http://www.migrationinformation.org/USFocus/display.cfm?id=876
- ↑ http://abcnews.go.com/blogs/politics/2012/09/obama-challenges-china-at-wto-over-cars/
- ↑ Heimshandilsstovnurin: International Trade Statistics 2010, síða 13; vitjað 5. juni 2011.
- ↑ http://www.reuters.com/article/2013/12/14/us-china-moon-idUSBRE9BD06T20131214
- ↑ http://www.washingtonpost.com/world/chinas-labor-camps-close-but-human-rights-groups-say-grim-detention-conditions-linger/2013/12/06/4e84cc96-5bfc-11e3-8d24-31c016b976b2_story.html
- ↑ http://www.reuters.com/article/2010/02/08/us-china-tigers-idUSTRE6171B220100208
- ↑ https://www.worldwildlife.org/species/amur-tiger